Lokal loysn í Klaksvík

Arbeiðsfriður skal fáast. Fram til summarsteðgin verður tað Eyðun Klakstein, sum skal venja KÍ. Hjálparvenjari verður Trygvi Mortensen

Fótbóltur

 

Gitingarnar kring venjarasessin í Klaksvík hava verið fleiri, síðani felagið fyri júst eini viku síðani gjørdi av at siga Tony Paris úr sessinum.

Fleiri nøvn hava verið nevnd, men tá avgerðin skuldi takast, varð tað ein lokal loysn, sum stóð fremst.

Eyðun Klakstein hevur í ár virkað sum hjálparvenjari hjá Tony Paris. Hartil hevur hann í fleiri ár virkað sum ungdómsvenjari í felagnum, har hann í fjør var høvuðsvenjari í ungdómsdeildini.

- Vit fegnast um, at vit fyribils kunnu loysa venjaraspurningin við eini innanhýsis loysn í felagnum. Bæði Eyðun og Trygvi hava hægstu venjaraútbúgving, teir hava báðir royndir sum spælarar og venjarar, og vit halda, at teir eru sera væl egnaðir til hesa uppgávuna, sigur Aksel Johannesen, nevndarformaður í sp/f KÍ, sum rekur Formulaliðið.

 

Tol skal til

Hetta er fyrsta ferðin, at Eyðun Klakstein hevur ábyrgd av einum hópi í fremstu deildini. Og tó at møguleikin ikki kom heilt so, sum venjarin sjálvur kundi hugsað sær, so fer hann undir uppgávuna við góðum treysti

- Tað munnu verða fá venjarastørv í landinum, sum eru so krevjandi sum venjarastarvið í KÍ. Tí er hetta ein stór avbjóðing fyri meg. Eg fari tó undir uppgávuna við góðum treysti, og eg vóni, at tað kann spyrjast okkurt gott burturúr.

- Úrslitini hjá Formulaliðnum hava ikki verið tey bestu higartil í ár, men KÍ er á rættari kós. Eg fari at biðja fólk um at hava tol við liðnum og nýggju venjarunum og at stuðla okkum alt tað, sum tey kunnu.

 

---

 

Fakta um Eyðun

Navn: Eyðun Klakstein

Aldur: 34 ár

Bústaður: Klaksvík

Feløg sum spælari: KÍ og ÍF

Royndir sum venjari: Ungdómsvenjari hjá KÍ. Hjálparvenjari hjá Formulaliðnum

hjá KÍ

Venjaraútbúgving: UEFA A-útbúgving