Lokal loysn í B36

Tveir fyrrverandi B36 spælarar vera venjarar næsta kappingarár

Tað vera tveir við B36 hjarta og B36 blóði í æðrunum, sum eftir nýggjár fara at standa á odda, tá ið B36 fer undir fyrireikingarnar til næsta kappingarár.

 

Í kvøld er boðað frá, at tað verður Jákup á Borg, sum nú verður høvuðsvenjari hjá B36. Hann hevur hetta kappingarárið verið hjálparvenjari hjá Eyðuni Klakstein samstundis, sum hann hevur spælt við. Hann hevur ikki verið so nógv á vøllinum, tí hann hevur verið skaddur. Í dag var hann á vøllinum, og tá skoraði hann eitt mál í 5-2 sigrinum á TB. Jákup á Borg er í holtur við venjaraútbúgvingina.

 

Hjálparvenjari verður ein annar innføddur B36ari. Talan er um Fróða Clementsen. Hann var hjálparvenjari í 2012, og nú verður hann aftur í tí leiklutinum. Fróði var stríðsmaður á B36 liðnum í nógv ár, umframt at hann royndi seg í AB í eitt ár og í fýra ár í EB/Streymi.