Lokal arbeiðsmegi skal laða kirkjugarð

Sands bygdarráð hevur samtykt, at garður skal laðast um lendið, sum er velt og drenað til nýggjan kirkjugarð á Sandi.

Sands bygdarráð hevur samtykt, at garður skal laðast um lendið, sum er velt og drenað til nýggjan kirkjugarð á Sandi.

 

Tað var Finnleif Fagradal, sum stóð fyri at gera lendið klárt til kirkjugarð.

 

Sambært samtyktini í bygdarráðnum skal nýggi kirkjugarðurin hava somu hædd sum hin verandi. Hann skal verða slætt laðaður á báðum síðum og hava tvey portur.

 

- Ætlanin er at skipa arbeiði soleiðis, at tað verður lokal arbeiðsmegi úr Sandoynni, sum kemur at laða garðin, og ætlanin er at fara til verka sum skjótast.

 

Í skrivi, sum er sent í hvørt hús á Sandi, sigur kommunan, at sóknast verður nú eftir egnaðum fólki, ið bjóðar seg fram at laða garðin.

 

Sum skilst, fer hetta arbeiði væntandi at kosta einar 600.000 krónur.