Borurin á West Phoenix pallinum á landgrunninum nærkast tí fyrsta málinum ella hevur rokkið tí og eru tað nú bert heilt fá fólk, sum fáa nakað at vita.
Hevur tað áður verið torført at fáa nakað at vita um boringina á føroyska landgrunninum, so er nú fullkomilig tøgn. Latið er aftur fyri kunning og upplýsingum um brunnin á Anne Marie leiðini yvirhøvur. Portalurin skilur, at boringin nú hevur fingið tað tey á oljumáli rópa ?Tight hole? status, tvs. at tað eru bara nøkur heilt fá fólk, sum verða kunnað um gongdina. Einki óvanligt er í hesum sum so, tí tá oljufeløg, sum bora, nærkast einum av málunum í undirgrundini, nærkast einum kritiskum punkti, so verður ?Tight hole? sett í verk.
Boringin byrjaði 23. juli, soleiðis at tað í dag eru tveir mánaðir síðani, at hol varð sett á. Hertil má sigast, at tað ikki varð borað í góðar tríggjar vikur, meðan trygdarskipaninar vórðu endurskoðaðar. Undan boringini varð sagt, at hon fór at taka einar 75 dagar. Portalurin hevur skilt, at boringin er sett til at enda seinast í oktober mánað. Málini, sum jarðfrøðingarnir eru áhugaðir í eru heili seks í tali, og tað skilst á eini keldu, at ENI nærkast tí fyrsta av hesum og rakar við um eina viku ella so. Ein onnur kelda vil vera við, at ENI longu hevur rakt við eitt av málunum. Portalurin hevur tó ikki fingið nakað av hesum váttað.
Ein av stóru avbjóðingunum er basaltið. Stjórin í ENI segði á Oljutinginum herfyri, at teir meta tjúkdina á basaltinum at vera nakrar hundrað metrar. Tað er væl hugsandi, at boringin á West Phoenix hevur rakt við basalt, men óvist er enn, um talan tá er um eina ella fleiri basaltfláir.