Lok lagt á olju­boring

Spenningur Borurin á West Phoenix er langt niðri í føroysku undirgrundin, og spenningurin økist. Brunnurin hevur fingið »Thight hole« status.

Hevur tað áður ver­ið torført at fáa nak­að at vita um bor­ing­ina á føroyska land­grunn­inum, so er nú fullkomilig tøgn. Latið er aftur fyri kunning og upplýsingum um brunnin á Anne Marie leiðini yvirhøvur. Sosialurin skilur, at boringin nú hevur fingið tað tey á oljumáli rópa “Tight hole” status, tvs. at tað eru bara nøkur heilt fá fólk, sum verða kunnað um gongdina. Einki óvanligt er í hesum sum so, tí tá oljufeløg, sum bora, nærkast ein­um av málunum í undir­grundini, nærkast einum kritiskum punkti, so verð­ur “Tight hole” sett í verk.
Boringin byrjaði 23. juli, soleiðis at tað í dag eru tveir mánaðir síðani, at hol varð sett á. Hertil má sigast, at tað ikki varð borað í góðar tríggjar vikur, meðan trygdarskipaninar vórðu endurskoðaðar. Undan boringini varð sagt, at hon fór at taka einar 75 dagar. Sosialurin hevur skilt, at boringin er sett til at enda seinast í oktober mánað. Málini, sum jarðfrøðingarnir eru áhugaðir í eru heili seks í tali, og tað skilst á eini keldu, at ENI nærkast tí fyrsta av hesum og rakar við um eina viku ella so. Ein onnur kelda vil vera við, at ENI longu hevur rakt við eitt av málunum. Sosialurin hevur tó ikki fingið nakað av hesum váttað.
Ein av stóru avbjóð­ingunum er basaltið. Stjór­in í ENI segði á Olju­tinginum herfyri, at teir meta tjúkdina á basaltinum at vera nakrar hundrað metrar. Tað er væl hugsandi, at boringin á West Phoenix hevur rakt við basalt, men óvist er enn, um talan er um eina ella fleiri basaltfláir. Hetta fæst bert vitan um við at bora.