Lok lagt á fyrireikingarnar

Klokkan 18 í morgin verður fyrsta bríkslið í Gøteborg, har svensku favorittarnir taka ímóti føroyska kvinnulandsliðnum

Hóskvøldið fer føroyska kvinnulandsliðið at seta punktum fyri hetta kappingarárið. Tað verður gjørt á Gamla Ullevi í Gøteborg, har HM undankappingardysturin ímóti Svøríki verður klokkan 18 føroyska tíð.

Føroyska liðið fór úr Føroyum tíðliga mánamorgunin, og síðani seinnapartin mánadagin hevur liðið verið í Gøteborg, har venjingar hava verið hvønn dag.

-Veðrið hevur verið gott í dag, og tað verður sagt frá sama veðri hóskvøldið, tá ið dysturin verður. Áhugin tykist vera stórur. Okkum er upplýst, at fleiri enn 3000 atgongumerki eru seld í forsølu, og tað verður roknað við væl fleiri áskoðarum enn so, sigur føroyski liðformaðurin Malena Josephsen úr Gøteborg.

 

Higartil hava Føroyar spælt tveir dystir. Í fyrra førinum var talan um 7-2 tap ímóti Skotlandi, sum var frammanfyri 5-0 eftir 1. hálvleik, og sum á odda 7-0, áðrenn Føroyar og Heidi Sevdal skoraðu tvey mál og harvið rættuliga pyntaðu um úrslitið.

Í seinna førinum var talan um 6-0 tap á útivølli ímóti Póllandi, sum skoraði fyrsta málið longu í 2. minutti, og sum var frammanfyri 4-0, tá ið ein hálvur tími var farin.

Og nú bíðar Svøríki, sum higartil hevur spælt tveir dystir. Í fyrra førinum var úrslitið 2-0 sigur á heimavølli í Malmø ímóti Póllandi, og í síðsta leygardag var úrslitið 1-0 sigur á útivølli ímóti Bosnia-Hersegovina. Sigursmálið varð skorað við brotssparki, tá ið tað restaðu tíggju minuttir av fyrra umfarinum.

 

Í tveimum báðum fyrstu dystunum vóru tað teir báðir KÍ veteranarnir Malena Josephsen og Bára S. Klakstein, sum vóru miðverjar frammanfyri veteranin í málinum, Randi Wardum. Hesa ferð er Bára S. Klakstein ikki á landsliðnum. Hon hevur givið avboð.

Liljan av Fløtum Petersen var ikki við í tveimum teimum fyrstu dystunum. Nú er hon í ferðalagnum í Gøteborg, og tað er sannlíkt, at tað verða hon og Malena Josephsen, sum vera miðverjar í annaðkvøld.

 

Føroysku spælararnir í Gøteborg er hesir:

Anna Brimnes, AB, Bjarta O. Johannesen, B36, Sigrun K. Kristiansen, Fríðrún Danielsen, Anna Sofía Sevdal og Íðunn Magnussen, EB/Streymur/Skála, Liljan av Fløtum Petersen, Lív Arge og Heidi Sevdal, HB, Malena Josephsen, Eyðvør Klakstein, Laila Pætursdóttir, Sigrid Jacobsen, Rannvá B. Andreasen og Annika Petersen, KÍ og Oddrún Danielsen, Randi S. Wardum og Olga Kristina Hansen, Østerbro Boldklub (DK).

Anna Brimnes og Eyðvør Klakstein eru nýggjar í hópinum sammett við tær, sum vóru við í teimum báðu fyrstu dystunum. Hetta er fyrsta ferðin, at Anna Brimnes úr AB er á besta landsliðnum.

 

Jón Pauli Olsen og Aleksandar Djordjevic eru venjarar.

 

mynd fsf.fo