Talan er um fólkarørslu, ið seinnu árini hevur tikið seg upp í USA og spjaðist um knøttin millum tilvitaðar brúkarar.
Tað er ikki alt, ið er vert at geva gætur, ið kemur rekandi handan Atlantshavi. Men í hesum førinum hava amerikanarar veruliga funnið rætta stevið eftir mínum tykki.
Ein stórur bólkur av vanligum borgarum í USA hava vent tí siðbundnu og vulgeru brúkara-hugsjónini bakið. Tey eru fá, men vaksa í tali.
LOHAS kann eisini lýsast sum marknaðar-segment, ið er eyðkent við at brúka í mun til heilsu, sunnum lívsstíli, reinum umhvørvi, persónliga menning, burðardygga brúkara-tilveru og sosialt rættvísi.
LOHAS telist millum heitasu rákini í løtuni. Og tað eru ikki bara brúkarar, men eisini heilar fyritøkur, ið hálsa um og av álvara hugsa um heilsu, burðardygd og sosial virðilig viðurskifti fyri menniskju og jørð okkara.
Virðini hjá LOHAS-brúkaranum eru uttan iva eitt boð uppá hvat framtíðin hevur at bjóða í mun til hugsjónir og atburð.
Kanska skula vit fara at umhuga okkara forbrúk meira gjølla framyvir. Keypa vit av gomlum vana? Fáa vit nakað fyri peningin ella er tað bara bíligt (og vánaligt)? Og hvussu er framleiðslan farin fram? Er hon burðardygg og hvussu eru arbeiðsviðurskiftini og korini hjá teimum, ið gera hesa vøru?