Pápin hjá film- og sangstjørnuni Lindsay Lohan, Michael Lohan, hevur fyri stuttum úttala seg um, nýggju áhugamálini hjá dótturini. Sambært hesum skal Lindsay, sum í løtuni er til avvenjingar á einari klinikk í Utah, nú vera blivin áhugað í at vera gartnari.
Michael Lohan sigur, at dótturin brúkar fleiri tímar um dagin uppá at skriva nýggjar sangir um tað, hon hevur verið ígjøgnum á klinikkini, meðan hon hjálpir við at ansa eftir rossunum hjá klinikkini. Eisini er Lindsay púra forlipt uppí havanum har og hon var glað, tá ið hon vísti tær rósurnar fram, hon hevði verið við til at dyrka, endar hann.