Nú er Gamla Norrøna, sum varð seld til trúboðarafelagsskapin OM og fekk navnabroyting til Logos Hope, á veg til Føroyar. Eftir ætlan skal hon vera her í apríl. Poul Jóhan Djurhuus og kona hansara Elsa, og mamman, Hervør Djurhuus, og svágurin, Símun Fuglø, hava vitjað umborð.
Í góðveðrinum týsdagin 17. februar vitjaði undirritaði, sjálvur fjórði, umborð á Logos Hope við bryggju í Køge, sunnanfyri Keypmannahavn, har skipið hevur ligið í fleiri mánaðir, meðni tað hevur verið gjørt endaliga klárt til trúboðarasigling. Var umborð fyri einum knøppum ári síðani, tá skipið lá í Kiel í Týskalandi, og tað má sigast, at nógv er gjørt síðani. Nú er skipið liðugt at fara undir sína regluligu sigling, og umleið 350 fólk frá 50 ymiskum tjóðum bíða alspent at sleppa avstað við skipinum at gera tað arbeiði, sum tey vóru kallaði til, nevniliga at fara út í allan heimin við evangeliinum.
Operation Mobilisation
Tað er trúboðarafelagsskapurin Operation Mobilisation (OM), sum eigur og rekur skipið. Tað eru nú gott 4 ár síðani OM keypti skipið. OM byrjaði mitt í sekstiárunum og føroyingar hava havt samband við OM øll hesi árini. Tað var tann ungi eldhugaði George Werver, sum tók fyrsta stigið til felagsskapin, og hesi seinastu 40 árini er tað ein stórur “herur” av føroyingum, sum hava gjørt sína andaligu “herskyldu” við trúboðarafelagsskapinum OM, annaðhvørt á landi ella umborð á skipunum. Tað fyrsta skipið fingu teir í 1970, sum varð kallað LOGOS. Hetta var fyrrverandi Umanak, sum mangan legði inn í Føroyum á farleiðini til ella úr Grønlandi. Trúboðaraskipið LOGOS vitjaði í Føroyum í 1983.
Húsavíkingurin, Uni Nolsøe, tók ímóti okkum umborð, og hóast hann er yvirstýrimaður og hevur nógv at hugsa um í hesum døgum, so tók hann sær góðar stundir at vera saman við okkum, vísa okkum runt og greiða frá.
Fyrsta inntrykkið
Tað fyrsta ein sær, komin umborð, er tann innbjóðandi móttøkupulturin og móttøkuhølini. Við pultin er pláss fyri tveimum móttøkufólkum, og tey næstu árini fara milliónir av menniskjum, úr nógvum tjóðum og tungumálum, at ganga framvið móttøkupultinum. Tað sigst, at tað fyrsta inntrykkið, er tað, sum avgerð restina, og tað má sigast, at allastaðni har ein varð vístur umborð, bar tað boð um nakað nýtt, kvalitet og umhugsni. Alt er gjørt av nýggjum, so føroyingar hava nógv at gleða seg til at sleppa at heilsa uppá gomlu Norrønu, tá Logos Hope kemur til Føroyar í apríl mánaða. Tað, sum enn ikki er liðugt er tann stóri konsertsalurin/teatrið, sum liggur á gamla bildekkinum, har sum bilarnir áður koyrdu inn a dekkið. Teatrið kemur at vera útgjørt við stórum palli og nýggjastu ljóð- og ljóstøkni. Har verður pláss fyri nógvum fólki.
Skúli og sjúkradeild
Tað eru 33 børn umborð, sum verða undirvíst av 8 lærarum, har ein av hesum átta virkar sum skúlaleiðari. Skúlastovurnar eru fleiri í tali. Tað verður undirvíst á enskum, men foreldrini hjálpa til við undirvísingini í móðurmálinum. Tey størru børnini verða eisini undirvíst yvir alnótina.
Sjúkradeild við lækna- tannlækna- og sjúkrastovum er eisini umborð á Logos Hope. Tað er eitt krav, at útbúgvin heilsufólk eru við skipinum. Við eini manning uppá 350 fólk er neyðugt við góðari heilsuútgerð. Eisini kemur Logos Hope at hjálpa til á støðum har neyðugt er við læknahjálp. Spurdur um pensjoneraðir læknar og tannlæknar, sum annars eru væl fyri, eru vælkomnir umborð, svaraði Uni, at teir skulu vera meira enn vælkomnir.
Bókasølan
Tað mest spennandi at síggja var stóra bókasølan, við heili 7000 titlum. Her er alt slag av kristiligum bókum, bæði til børn, ungdóm og tey tilkomnu, og eisini er eitt hav av kristiligum fløgum, bæði við tónleiki og filmi. Vanligar, ikki-kristiligar, undirvísingarbøkur eru eisini ímillum bøkurnar í stóru bókasøluni, so sum landafrøði, jarðfrøði, biologi, bøkur um urtagarðsrøkt, mat, heilsu o.s.fr. Hetta tí, at skipið eisini vitjar støð, har tað er torført at fáa hendur á undirvísingartilfari. Talan er um eina bókasølu í sera snotiligum og heitum hølum, við nýløgdum skipsparketti á dúrkinum. Eisini eru hølini ljós og rúmlig. Umborð á hinum skipunum hevur tað verið vanligt, at bókasølan er sett upp og tikin niður ímillum vitjaninnar. Hetta verður ikki neyðugt umborð á Logos Hope, tí talan er um eina permanenta bókasølu. Skipini hjá OM hava altið verið kend sum “bókaskipini,” og tað er bókasølan, sum dregur tað nógva fólkið umborð, og tað er serliga ígjøgnum bókasøluna, at skipini náa fólkið við evangeliinum.
Eisini er eitt bókasavn umborð, har møguleiki er, undir friðarligum umstøðum, at sita og arbeiða. Har er eisini atgongd til fleiri teldur.
Føroyingar umborð
Fleiri føroyingar arbeiða umborð: Umframt Una Nolsøe møttu vit Bjartu og Trúgva, sum er stýrimaður umborð, og teirra fittu børnum. Helen og Eyðun Joensen, Ragnar Joensen, Eirik Gunnarson og Gunleig Joensen. Vit ótu døgurða saman við teimum og fingu eitt hugnaligt prát um arbeiði umborð. Uni Nolsøe mynstraði sum yvirstýrimaður, tá hann kom umborð fyri einum ári síðani. Meðni skiparin og konan eru í barnsburðarfarloyvið verður Uni skipari. Hann sigur, at hetta árið er besta árið í hansara lívi. Uni vónar at vera við, tá Logos Hope kemur til Føroyar í apríl mánaða.
Eisini varð prátað við Eirik Gunnarson, sum má sigast at vera ein OM-veteranur. Hann var fyrstu ferð við OM í 1971. Í 1974 fór hann í eini lastbilakonvoy úr Belgien til New Delhi í India, har hann arbeiddi sum bilmekanikari hjá OM. Hóast Eirik er komin nær teimum seksti árunum, so er OM-neistin ikki slóknaður, tí Eirik hevur, hesi seinastu árini, mynstra heilar fýra ferðir við OM-skipunum. Hann roknar kortini ikki við, at hann verður umborð, tá Logos Hope stevnir inn um Glyvursnes seinni í ár.
Søguligi dagurin
Leingi hevur verið bíða eftir degnum, tá skipið kundi loysa frá bryggju og byrja sína missjón, tí seinkingar hava verið nógvar, síðani skipið varð keypt, og kostnaðurin gjørdist væl størri enn upprunaliga ætlað. Men úrslitið í dag er, at OM kann stevna út á heimsins høv við einum skipi, sum er sum nýtt. Aldri áður hava teir havt eitt skip í hesum klassanum og við so stórum møguleikum.
Leingi hevur verið bíða eftir teimum neyðugu siglingarloyvunum, og tað seinasta loyvið, sum skuldi koma frá donsku sjófartsmyndugleikunum, eitt sokalla Bunker Convention Certificate (BCC), og sum teir roknaðu við fór at taka drúgva tíð, varð brádliga avgreitt mikudagin 18. februar. Hetta førdi við sær ein sannan gleðisróma umborð og við tað sama vórðu seinastu fyrireikingarnar gjørdar til at loysa frá landi.
Søguligi dagurin var seinnapartin hósdagin 19. februar, tá Logos Hope stevndi út frá havnini í Køge, har hon hevur ligið í fleiri mánaðir. Altjóða samskiparin hjá OM, Peter Maiden, segði hendan dagin: “Sum Logos Hope stevnir út frá Køge-havn er hetta samstundis ein stórur dagur í skipasøgu okkara og hjá OM í síni heild. Tað er bæði ein uppmuntringur og ein avbjóðing at hugsa um tað ovurhonds stóra tal av menniskjum, sum fara at møta Gudi umborð á hesum skipi tey komandi árini.”
Bernd Guelker, ein av altjóða leiðarunum innan OM, tók soleiðis til:
“Dagurin er ein av teimum stóru varðunum og umboðar eitt týdningarmikið fet fram ímóti okkara visjón at gera eitt gott árin á øll tey menniskju, sum vitja umborð. Nú stendur tað til okkum at uppfylla tað, sum Gud og fólk hansara hevur litið okkum í hendur av lívi og skapandi møguleikum. Við “sjósetingini” av Logos Hope koma vit eitt fet nærri okkara máli, nevniliga at náa tann einstaka í milliónini.”
Sjálvboðið arbeiði
Stóri parturin av umbyggingini, frá byrjanini á skipasmiðjuni í Croatia og til nú, hevur verið gjørt av væl útbúnum sjálvbodnum fagfólki. Samkomur, kirkjur, einstaklingar, grunnar og fyritøkur hava stuðla tiltakinum til dagin í dag við meira enn 190.000.000 krónum. Men arbeiði er ikki liðugt enn, tí “eitt er skip at byggja, eitt annað er skip at dríva.” Frá nú av skal skipið drívast og haldast við líka. Tí er neyðugt við nógvum góðum og trúføstum stuðulsvinum, sum vilja gera ein bønar- og stuðulsring um skipið, soleiðis at Logos Hope kann vera við til at skapa vón í einum vónleysum heimi. Her er møguleiki hjá okkum øllum at tekna andalig “partabrøv” í Logos Hope, tí Paulus sigur í Filippi 1,7v. at “tit hava jú øll part við mær í náðini.” Tá vit standa aftanfyri Guds verk í bønini, tá eru vit ein eins stórur partur av arbeiðinum, sum tann, ið er úti á markini, og eiga part í ávøkstinum av arbeiðinum.
Siglingarætlan
Fyrsta havn, sum verður vitjað, er Gøteborg. Síðani verður farið til Bretlands, har fleiri havnir eru á skránni. Síðani stevnir Logos Hope (Gamla Norrøna) inn á kenda farleið við Tórshavn sum næstu havn. Hon kemur at verða í Føroyum frá 16. til 27 apríl. Eftir vitjanina í Føroyum verður farið til Ìrlands og síðani verður fari til Vestur Indisku oyggjarnar, har OM skipini verða umtalaði millum fólkið sum “bókaskipini.”
Logos Hope er skrásett í Føroyum og siglir við Føroyska flagginum og navninum TÒRSHAVN afturi á hekkuni. Á henda hátt eiga vit eina altjóða flótandi “sendistovu,” sum fólk um allan heimin vilja leggja merki til og spyrja um, sum Karl Robert Wang, OM leiðari í Føroyum, skrivar á heimasíðuni: “Allastaðni har skipið kemur til bryggju fara fólk at spyrja um flaggið og hvar hetta serliga skipið er heimahoyrandi. Og tá slepst neyvan undan einum lítlum landalærutíma, um tær 18 oyggjarnar í Norðuratlantshavinum. Og við Føroyingum umborð, verður tjóðbúni okkara at síggja til “altjóða kvøld,” sum er ein fastur táttur allastaðni har Logos Hope kemur at liggja.”
Er hetta ikki ein effektiv altjóða branding fyri Føroyar!?
Um onkur ynskir at vita meira um Logos Hope er møguleiki at fara inn á heimasíðuna: www.omships.org ella www.logoshope.org Eisini ber til at ringja til OM leiðaran í Føroyum: Karl Robert Wang, tlf: 518850
Poul Jóhan Djurhuus
_______________________