Logos Hope til Danmarkar í vár

Keypmannahavn: Gongst sum ætlað fer umbygda og høvuðsumvælda trúboðaraskipið “Logos Hope” at vitja í Keypmannahavn í mars mánaði næsta ár.

Nógv arbeiði skal gerast áðrenn skipið kemur hagar tann 26. mars, her tað verður liggjandi heilt fram til 13. apríl 2008. Logos Hope er gamla Norröna og er tí áhugaverd hjá føroyingum at vitja.

Spurningurin er bert, um skipið eisini leggur leiðina til Føroyar.