Hetta heldur Karsten Hansen úr Miðflokkinum vera stórt spell, tí Logos Hope tænir einum góðum endamáli.
Samstundis er talan um eitt skip, sum siglur um allan heim, eisini í tær mest fjarskotnu havnirnar og tað kemur sostatt í samband við milliónir og aftur milliónir av fólki.
- Við hvørt eru fleiri hundraðtúsund fólk umborð um mánaðin og tey síggja øll Merkið á hekkuni.
- Sostatt er hetta eitt heilt serstakt høvi at vísa føroyska flaggið fram fyri øllum heiminum.
- Men tað er so dýrt at vera undir føroyskum flaggi, at tað er vónleyst og tí verður nú kannað eftir, hvat flagg, Logos Hope skal undir.
Jenis av Rana staðfestir, at orsøkin er, at í føroysku altjóða skipaskrásetingini, FAS, verður bara skilt ímillum farmaskip og ferðamannaskipskip.
Í øðrum londum eru fleiri bólkar og hann heldur, at tað er spell at missa Logos Hope undan føroyskum flaggi, tí tað einasta, ið krevst, er ein lítil lógarbroyting.
Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi heldur, at løgmaður skal heita á Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum, um at broyta lógina, so at skip, sum ikki eru í vinnuligum rakstri, eisini kunnu vera skrásett í FAS.
Kaj Leo Holm Johannesen staðfestir, at Logos Hope er besta umboðanin fyri okkara føroyska flagg runt um í heiminum og hann lovar at kanna málið við tí endamáli at broyta FAS, so at tað eisini er rúm fyri skipum, sum Logos Hope í okkara altjóða skipaskráseting.