Eftir at hava ligið við bryggju í Havn síðan fríggjadagin, legði Logos Hope frá landi mikukvøldið og kom til Klaksvíkar hósdagin.
Klaksvíkar Hornorkestur spældi, meðan skipið sigldi inn, og tá skipið legði at kl. 18, sleptu børn ballónum. Eftir tað helt borgarstjórin Gunvá við Keldu røðu.
Í annaðkvøld klokkan 19.30 verður Logos Hope í KÍ-høllini í Klaksvík. Logos Hope fer avstað aftur sunnukvøldið 26. apríl.
Meira fæst at vita á heimasíðuni: www.om.fo









