Trúboðanarskipið Logos Hope kemur til Føroyar á vitjan fríggjadagin 17. apríl.
Vitjanin byrjar við móttøku fríggjadagin 17. apríl kl. 18 á Vestaru bryggju í Havn, og hósdagin 23. apríl fer skipið til Klaksvíkar, har móttøka verður úti á Norðborg kl. 18.
Skipað verður fyri ymiskum tiltøkum, bæði umborð og í landi, meðan Logos Hope er í Føroyum t.d. verður eitt ungdómstiltak í Kelduni í Skálafirði leygarkvøldið 18. apríl, og Logos Hope kvøld verður í KÍ-høllini í Klaksvík fríggjakvøldið 25. apríl.
Kafé við føroyskum tónleikarum verður umborð fleiri av kvøldunum. Logos Hope fer avstað aftur sunnukvøldið 26. apríl.
Tað er kristni trúboðanarfelagsskapurin Operation Mobilisation, sum eigur Logos Hope, sum er gamla Norröna.
Meira fæst at vita á heimasíðuni: www.om.fo