Í kvøld er seinasti møguleiki at vitja ?Logos Hope?, meðan skipið liggur í Tórshavn. Opið er til kl. 23.00 í kvøld. Tá verður fýrverkari á kajøkinum, áðrenn skipið hósdagin fer til Klaksvíkar
Í morgin er skipið stongt í Tórshavn, meðan skipið verður gjørt klárt til vitjanina í Klaksvík.
Móttøka verður í Klaksvík kl. 18.00. Bókasølan og Café´in lata upp beint eftir móttøkuna og verða opin til kl. 23.00 sigur OM Føroyar í tíðindaskrivi í kvøld.











