Lognberg í øðini

Hetta er ein beistagerð móti samgonguni og at seta tingmenn upp ímóti hvørjum øðrum, sigur Gerhard Longberg, javnaðartingmaður í Sandoynni, um uppritið frá Oyvindi Brimnes, stjóra í Landsverk, til Vinnumálaráðið

Undirsjóvartunlar

 

At Landverk vísir á møguleikan at leggja Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin í eitt alment partafelag, so tað ikki skal kosta landskassanum nakað, heldur tingmaðurin hjá Javnaðarflokkinum í Sandoynni, Gerhard Lognberg, vera eina beistagerð.

- Eg vil ikki hava rørt hetta upp í ein peruvelling, so tað endar við, at einki kemur burturúr. Tað kann væl vera, at hetta sær gott út á pappírinum, men eg er bangin fyri, at hetta bara setir kílar í. Løgtingið býtir pening út til alt millum himmal og jørð, sum Landsverk umsitir, men vit síggja ferð aftan á ferð, ikki verða nýttir, sigur Gerhard Lognberg, sum sigur seg hava mist alt álitið á Landsverk.

- Tað er fullkomiliga skeivt at tengja Sandoyratunnilin upp í Skálafjarðartunnilin. Gera vit tað, kann alt detta niðurfyri. Framtíðin hjá oynni er fullkomiliga tengd at, at vit fáa ein tunnil. Øll dúva upp á hann. Eg leggi onki í tað fíggjarliga, bara vit fáa tunnilin, sigur Gerhard Lognberg.

Sandoyartingmaðurin sigur, at tað hevði glett hann, um báðar ætlanirnar fóru í gongd samstundis, men óansaæð hvat Løgtingið ger, so lurtar Landsverk als ikki eftir tinginum, heldur Gerhard Lognberg.

Hinvegin hevur hann tó álit á, at Landsverk sum byggiharri megnar at standa fyri Sandoyartunilinum.