Fundur
Teir umrøddu framtíðar verjupolitikkin í Norðuratlantshavi og í Natosamanhangi. Tað var verjumálaráðharrin, sum kallaði inn til fundin. Løgmaður sigur, at vit hava sett okkum fyri at fáa allar upplýsingar til vega og fáa innlit og ávirkan á uttanríkis- og verjupolitisku støðuna. Fundurin var ein partur av tí. Málið um herðnaðarlógirnar varð eisini umrøtt.









