Lógin verður ikki hildin

Vit vita, at útlendingar eiga størri part av føroysku fiskivinnuni, enn teir hava loyvi til

- Tað er oyðileggjandi fyri føroyska fiskivinnu, at útlendingar skulu kunna stýra henni og lensa pengar úr henni uttanlands.

 

Tað sigur Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum.

 

Hann staðfestir, at eitt av okkara størsta vandamálum er, at útlendingar eiga ein ov stóran part av føroysku fiskivinnuni.

 

Hann vísir á, at tað er ein veruleiki, at lógin verður ikki hildin, tí útlendingar eiga nógv størri part av fiskivinnuni, enn teir hava loyvi til eftir lógini.

 

Hann harmast eisini um, at arbeiðið at gera eina fiskivinnunýskipan er steðgað og hann heldur, at tað, sum nú fer fram, boðar ikki frá góðum.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvussu formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum metir um støðuna.