Lógin um elbilar kemur í tingið í dag

Tað hevur verið togarí aftur og fram, um tað ber til at broyta lógina um el- og hybridbilar – og úrslitið er nú, at tað ber til, hóast onga fíggjarlóg

 

Málið skuldi verið lagt fyri á seinasta tingfundi, men so kom ivamálið, um tað ber til at broyta lógina, meðan landið verður stýrt við eini bráðfeingis fíggjarlóg.

Í mun til ta lógina, sum fór úr gildi á nýggjárinum, so ætlar landsstýrið at taka plugin hybrid bilarnar úr lógina, soleiðis at teir ikki fáa avgjaldslætta. Tað verður kortini ikki gjørt fyrr enn 1. juli.

Men beint áðrenn uppskotið varð lagt fyri tingið, fóru tey at ivast í, um tað ber til at broyta hesa lógina, uttan at ein fíggjarlóg er samtykt fyri 2023. Men tað ber til, er nýggja niðurstøðan, og tí verður málið lagt fyri tingið á tingfundinum, sum byrjar klokkan 11.

Og merkir, at elbilar framvegis fáa avgjaldslætta, men at hybridbilar og plugin hybridbilar ikki fáa tann lættan, sum teir hava fingið seinastu tvey árini.

Í 2028 er ætlanin, at allir bilar gjalda somu avgjøld, tí tá verður mett, at umleggingin er komin so mikið langt, at tað ikki er neyðugt at eggja fólk til at keypa elbilar við at geva teimum avgjaldslættar.