##med2##
(Trýst á pílin fyri at hoyra samrøðuna við Hall Hansson)
Hallur Hansson er bersøgin í fyrstu loggbókini í 2022, sum er teigurin, har FM1 tosar við kapteynin á føroyska landsliðnum dagin fyri landsdyst. Hetta er ein táttur, sum Atli Gregersen legði lunnar undir, tá hann var skipari á landsliðnum.
Hallur Hansson spælir í morgin sín landsdyst nummar 66 fyri føroyska landsliðið. Hann hevur skift til KR í Íslandi, eftir at hava verið á veg til bæði Kýpros og føroyskan fótbólt.
- Hetta er ikki ein løtt samrøða at hava, sigur Hallur Hansson, sum er ein umhugsin maður.
Í táttinum “Loggbókin hjá kapteyninum” tosar stríðsmaðurin á mðjuni hjá landsliðnum um regnkendu vejingarleguna i Marbella, sum hann letur væl at, eftir átta vikur í kava í Íslandi.
Hann tosar um 2021, sum bleiv eitt gott ár, men tað iðrar liðskiparan, at tað ikki eydnaðist at hála eitt stórt úrslit heim, tá tað nú var nær við móti Danmark, Skotlandi og Ísrael.
- Dysturin, sum iðrar meg mest er dystur á Tórsvølli móti Danmark, sigur Hallur Hansson.
Hann spælir í morgin sín altjóða góðkenda landsdyst nummar 66. Tað eru bara fýra spælarar, sum hava spælt fleiri landsdystir fyri Føroyar. Fróði Benjaminsen, Óli Johannesen, Jákup Mikkelsen og Jóan Símun Edmundsson.
- Eg kundi hugsað mær at yvirhálað onkran av teimum, áðrenn eg gevst, men landsdystir er ikki nakað, sum tú ræður yvir einsamallur. Tað kann ganga skjótt við skaðum ella øðrum, men eg ætli mær ikki at gevast enn, sigur Hallur Hansson.
Hann hevði eitt torført tíðarskeið í summar, tá hann var uttan sáttmála. Hann var eitt skifti á veg til Kýpros, og seinni gingu søgur um føroyskan fótbólt. Tær søgurnar váttar hann í loggbókini hjá FM1.
- Eg umhugsaði at spæla í Føroyum. Eg veit ikki um eg kann siga, at tað var tætt við, men eg umhugsaði tað. Hetta er eitt sindur ringt at tosa um, men hatta var ein avgerð eg tók, at fara til KR, sigur Hallur Hansson.
Hann vísur eisini á, at fíggjarligi parturin ikki er nakað, sum tú tosar um, men tað hevur eisini ein týdning, tá ein spælari skal velja sína framtíð. FM1 hevur beinleiðis frásøgn, tá Føroyar í morgin spæla móti Gibraltar.
##ms##