Lógarverkið má dagførast

Landsstýrið hevur eitt greitt ynski um at dagføra lóggávuna á fleiri økjum, ið eru undir felags málsræði við Danmark.

 

Landsstýrið hevur eitt greitt ynski um at dagføra lóggávuna á fleiri økjum, ið eru undir felags málsræði við Danmark.

 

Tað var boðskapurin hjá løgmanni, tá ið hann seinnapartin var á fundi við Karen Hækkerup, danska løgmálaráðharran.

 

 

- Vit arbeiða stútt og støðugt við at dagføra lógarverkið. Talan er um eina rúgvismikla tilgongd. Á fundinum seinnapartin nýtti eg høvi til at vísa á, at yvirskipaða lóggávan, sum løgreglan í Føroyum virkar undir, er ótíðarhóskandi.

 

Tað sama er galdandi við persónsdatalógini og revsingarfullgerð.Tað er eisini mín vón, at vit skjótt sum heild fáa dagført rættargangslógina, eitt nú í sambandi við varðhaldsfongsling og avbyrging, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

 

Karen Hækkerup er í hesum døgum í Føroyum og vitjar føroysku løgregluna. Hon fer av landinum aftur fríggjadagin.