Lógarbroyting kann fáa hættisligar avleiðingar

- Um fólk noyðast at skamta sín heilivág, kann tað gerast hættisligt, sigur Colitis Crohn Felagið, sum mótmælir lógaruppskotinum hjá samgonguni sum ger tað dýrari at útvega sær heilivág.

Colitis Crohn Felagið mótmælir nú, at lógaruppskot hjá samgonguni ber við sær, at heilivágur gerst dýrari.

- Endamálið við uppskotinum er at minka um útreiðslurnar hjá Heilsutrygd, men um fólk noyðast at skamta sín heilivág, er tað hættisligt og kann viðføra enn hægri útreiðslur.

Colitis Crohn Felagið er stúri um støðuna hjá øllum, sum hava tørv á lívsneyðugum heilivági.

- Undanfarna samgonga tók lógarbroytingina aftur, og vit heita á sitandi samgongu at gera á sama hátt

Felagið vísir á, at í dag rindar sjúklingur sjálvur 500 krónur, áðrenn Heilsutrygd byrjar at taka við og veita íkast.

- Frá 1. januar 2023 er ætlanin at hækka markið til 1000 krónur.

Colitis Crohn Felagið sigur, at í dag er heilivágstilskotið frá Heilsutrygd 100 prosent, tá sjúklingurin hevur keypt heilivág fyri 5.300 krónur.

- Við lógaruppskotinum hækkar markið heilt uppí 8.000 krónur.

Felagið vísir á, at ætlanin hjá samgonguni leggur stein omaná byrðu.

- Við at gera tilskotsskipanina hjá Heilsutrygd brattari, kann hetta leggja upp til at forða fólki við sjúku at virka og liva so væl, sum tey annars høvdu kunnað, sigur Colitis Crohn Felagið í sínum mótmæli til uppskotið hjá samgonguni.