Logar í útjaðaranum á Athen

Fríksur vindur ger tað sera torført hjá sløkkiliðsmonnunum at fáa tamarhald á skógareldinum, sum herjar kring tann grikska høvuðsstaðin. Fleiri túsund fólk eru farin frá húsi og heimi undan eldinum, sum serliga hóttir teir norðastu býlingarnar. Fleiri hús eru longu farin upp í royk, og summi øki eru sett í undantaksstøðu, sigur DR.

Frakland, Italia og Kypros hava sent flogfør at hjálpa teimum umleið 2.000 griksku sløkkiliðsmonnunum. Myndugleikarnir siga, at eldurin hevur ikki breitt seg so nógv tað seinasta samdøgrið, men at støðan kortini er hættislig.