Fimm fólk eru framvegis ikki komin afturíaftur eftir vanlukkuna, tá ein skriða leyp á eini íbúðarhús í norska býnum Ålesund gjáranáttina 20 fólk vóru í húsunum, og hini 15 sluppu at kalla óskalað frá tilburðinum.
Eldur er í gassi, sum kemur úr einum tanga undir húsunum, og bjargingarliðini sleppa ikki inn í húsaleivdirnar at leita, fyrr enn eldurin er sløknaður. Tangin tekur 4.000 litrar, og eingin veit við vissu, nær hann verður tómur.
Ein talsmaður hjá løgregluni sigur við kringvarpið NRK, at tað er eisini ein ávísur vandi fyri, at gasstangin kann fara í luftina. Tí eru umleið 500 fólk, sum búgva í grannalagnum, flutt burtur haðani.










