Í morgun váttaði Loganair tíðindini um, at felagið fer undir rutuflúgving millum Aberdeen og Vágar í summar.
– Hetta er eitt arbeiðið, sum hevur verið í gongd í fleiri ár – at skipa eitt rutusamband millum Føroyar og norðrara partin av Skotlandi, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn.
– Tað hevur verið eitt politiskt ynski bæði úr Føroyum og úr Sktolandi, sigur hann.
Tá Atlantsflog gavst við at flúgva til London, søgdu tey, at tey skuldi flúgva til Aberdeen í staðin. Tað enaði kortini við, at Atlantsflog heldur fór at flúgva til Edinburg.
– Vit hava nógv samband við Aberdeen. Nógvir føroyingar mynstra í Aberdeen, bæði við fiskiskipum og í frálandavinnuni. Eisini er Aberdeen størsti lestrarbýur uttan fyri Danmark, sigur Jákup Sverri Kass.
Síðani 1975 hava bæði Strandferðslan við Smyrli og Smyril Line við Norrønu siglt upp á Skotland og Hetland. Men síðani 2008, tá Smyril Line gavst við skotlandssiglingini, hevur einki sjóvegis ferðafólkasamband verið millum Skotland og Føroyar.
Loganair sigur í tíðindaskrivi í morgu, at tað eisini verður lætt at ferðast til skotsku oyggjarnar, Orknoyggjar og Hetland. Flogrutan úr Aberdeen byrjar í Sumburgh í Hetlandi, haðani til Aberdeen og so Føroyar. Tað vil siga, at tað ber til at ferðast beinleiðis millum Hetland og Føroyar umvegis Aberdeen.
Úr Kirkwall í Orknoyggjum ber til at ferðast til Føroyar, við at skifta flogfari í Aberdeen, upp á ein tíma og 25 minuttir.
Nú er greitt, at tvey útlendsk flogfeløg – umframt Atlantsflog, fara at flúgva til Føroya í summar. Spurdur um vit í framtíðini kunnu rokna við fleiri flogfeløgum, sigur Jákup Sverri Kass, at tey støðugt eru í samskifti við flogfeløg, men at vit ikki skulu rokna við nøkrum øðru í 2017.
– Eg fái ikki sagt, hvørji feløg vit tosa við. Men eg kann siga so mikið sum, at tað er áhugi frá fastlandinum at flúgva til Føroya. Vit hava tosað við feløg har, og onkur teirra hava eisini verið her og kanna umstøðurnar, sigur Jákup Sverri Kass.
Á flogvøllinum í Vágum taka tey fegin ímóti nýggja flogfelagnum. Tað krevur ikki meira av flogvøllinum. Tey hava nóg mikið av starvsfólkum, og tilbúgvingini er eisini so mikið stór, at neyðugt er ikki við broytingum, fyri tað um eitt flogfelag kemur afturat.
Loganair flýgur fyrsta túrin 26. mai. Felagið sigur eisini, at um undirtøkan verður góð, so kann talan vera um eina heilársrutu. Men fyribils verður bæði flogið í summarmánaðunum.
Prísurin at flúgva millum Aberdeen og Vágar – við øllum avgjøldum – verður 741 krónur hvønn vegin – ella 1.482 krónur báðar vegir.