Loftrúm og mannarættindi

Í gjár 10. desember var altjóða mannarættindadagur. Í hesum sambandi hevur Amnesty International gjørt vart við nøkur viðurskifti viðvíkjandi mannarættindum, sum vit øll eiga at geva gætur. Tað eru í hesum døgum seksti ár síðan, at

heimsyvirlýsingin um mannarættindi varð samtykt í ST. Hendan yvirlýsing gav íblástur til bardagan ímóti apartheid í Suður Afrika, hon hevur havt ein týðandi leiklut í batanum av fólkaræðunum í Eysturevropa, Latín Amerika, Afrika og Asia. Heimsyvirlýsingin hevur í nógvum londum verið við til at avtaka deyðarevsing, banna píning, fremja javnstøðu millum kynini og verja rættindi hjá børnum. Heimsyvirlýsingin hevur  fingið menn og kvinnur um allan heim til at luttaka i bardaganum fyri rættvísi og javna fyri øll. Hetta er sjálvsagt bert at fegnast um.

 

Hinvegin eru tíverri nógv dømi um afturstig. Í bardaganum móti altjóða yvirgangi hava nógvar heimsins stjórnir avmarkað grundleggjandi borgarlig rættindi. Grefligasta dømið um hesa gongd er amerikanska lóggávan, sum loyvir brúk av píning og lóggáva í mongum europæiskum londum, sum loyvir myndugleikum at nýta upplýsingar, sum eru fingnar til vega við, at fangar eru vorðinir píndir, tortereraðir í londum, har slíkir barbariskir hættir eru loyvdir í rættarskipanini. Hesi afturstig fara sum frá líður at verða til óbøtandi skaða fyri okkara rættartrygd og rættarfatan. Hetta er eisini ein orsøkin til, at A.I. rópar varskó og ger vart við, at tað er neyðugt  at endurnýggja skyldurnar hjá stjórnum og samfeløgum til at venda orðaleik til veruleika.?

 

Eisini vit kunnu gera mun. Í næstum skulu løgting og landsstýri taka støðu til umsókn frá USA um at nýta føroyskt loftrúm til hernaðarlig endamál. Hetta merkir vanliga til flutning í sambandi við kríggið í Irak og til fangaflutning. Løgtingið hevur mælt frá at fara í kríggj móti Irak, og tí er hetta ein orsøk til at siga nei til yvirflúgving. Fangaflutningur snýr seg um at flyta fangar til lond, har torturur er loyvdur til avhoyringar av fangum ella til Guantanamo. Hetta er grovt brot á manarættindi og hartil eitt afturfall til ta svartastu miðøld. Her er við øðrum orðum talan um virksemi, sum Føroyar sum mentað og human tjóð als ikki kann taka lut í ella leggja navn til. Uttanlandsnevnd so væl sum løgmaður eiga tí at nokta USA at nýta okkara loftrúm til hernaðarlig endamál.

Sosialurin

? ?  ?