Loftmiðlar á fíggjarlógina

TAÐ er eingin loyna, at vit á hesum stað fleiri ferðir hava tikið undir við, at loftmiðlarnir Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya eiga at verða partur av føroysku fíggjarlógini - á sama hátt sum Danmark Radio og BBC eru tað. Loftmiðlarnir eru so mikið týðandi mentanarstovnar, at teirra tilverugrundarlag eigur ikki at byggja á, hvussu nógv vinnast kann inn í V4, Gekki ella øðrum dráttum og spølum.

VIÐ stórum stavum á forsíðu Dimmalættingar mælir landsstýrismaðurin Signar á Brúnni til, at SVF kemur á fíggjarlógina.


HETTA málið hevur verið frammi við jøvnum millumbili og tykjast tingmenn rættiliga ymiskir á máli, antin loftmiðlar sum sjónvarpið og útvarpið skulu vera fíggjaðir yvir fíggjarlógina.


TAÐ er eingin loyna, at vit á hesum stað fleiri ferðir hava tikið undir við, at loftmiðlarnir Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya eiga at verða partur av føroysku fíggjarlógini - á sama hátt sum Danmark Radio og BBC eru tað. Loftmiðlarnir eru so mikið týðandi mentanarstovnar, at teirra tilverugrundarlag eigur ikki at byggja á, hvussu nógv vinnast kann inn í V4, Gekki ella øðrum dráttum og spølum.


TAÐ er eftir okkara tykki eitt sindur øvugt, tá politikarar oo. seta so hørð krøv til loftmiðlarnar um eitt nú at skula vera varðveitari av føroyskari mentan og har eisini kveikjari og íblásari í samfelagnum, og teir samtíðis ikki unna somu stovnum fíggjarliga tilverugrundarlagið.


KANSKA onga aðrastaðni í heiminum hava tveir stovnar sum ÚF og SVF so stóran samfelagsligan týdning sum júst í Føroyum. Og hetta setir sjálvandi eisini stór krøv til bæði objektivitet og sakligheit. Eftir okkara tykki eiga vit at taka spurningin um framtíðar rakstur av hesum stovnum upp til nýggja viðgerð.


TAÐ er so heldur eingin loyna, at við at tvinga hesar stovnar til at troyta tann annars avmarkaða lýsingarmarknaðin, so er hetta við at minka um inntøkurnar hjá skrivandi pressuni. Fær hon ikki sín ríkiliga part av teimum verandi lýsingarinntøkunum, verður tað ilt hjá henni at fáa endarnar at røkka saman. Og nú stovnar sum Postverkið eru farnir at gera umstøðurnar hjá bløðunum uppaftur truplari, er tað kanska meira neyðugt enn nakrantíð, at ?almennu? loftmiðlarnir halda seg burtur frá avmarkaðu lýsingarkrónunum.


TAÐ skal tí vera okkara vón, at politikarar, nú vit fara inn í eina nýggja øld, taka hædd fyri hesum og veruliga geva loftmiðlunum góðar umstøður at virka undir - uttan at hesir til eina og hvørja tíð skulu vera bundnir at, hvat lýsingarmarknaðurin hevur at geva teimum. Sum tjóð eiga Føroyar at hava eitt alment fíggjað útvarp og sjónvarp.