Eina ferð í flogfarinum sat eg við síðuna av einari snøggari kvinnu, sum hevði hildið leiðsluskeið í Føroyum. Hon er donsk sjálvandi.
Eftir tað obligatoriska túnaprátið um veðrið í Føroyum spurdi eg, ikki bara tí eg var høviskur, men eisini av forvitni spurdi eg, hvat ein góður leiðari er, hvussu ein góður stjóri er.
Spurdi, hvat krevst av einum fólki, sum er so ósmæðið, at tað bjóðar seg fram at stýra einum arbeiðsplássi.
Hon hevði sjálvandi svarið, hevði jú skeið í júst hesum evni. Um eg kundi fáa svarið fyri einki. Jú, gamaní, svaraði hon og flenti, skilti sarkasmuna í spurninginum.
Leiðarar og stjórar eiga fyrst og fremst at minnast til fyrsta og annað boð hjá teimum ovast uppi, eingin við síðuna av og eingin yvir.
Fyrsta boð, segði hon so: tú skalt vanvirða tíni starvsfólk.
Annað boð: ver arrogant/ur.
Eg kann taka triðja boð við eisini, segði hon. Hav ein starvsfólkadag um árið, so halda starvsfólkini kjaft allar hinar dagarnar.
Ja, og tað fjórða, segði hon kát so eftir at hava fingið sær úr reyðvínsglasinum úr plasti.
Sig einki fyri fólki.
Hetta er kjarnin í tí at fáa góð úrslit á arbeiðsplássinum.
At forkela fólk er at spilla tey við eftirlæti. Meira tey fáa, meira krevja tey. Fáa tey ikki, grenja tey til tey fáa. Júst sum børn, júst sum børn.
Eigur tú børn, spurdi hon. Nei.
Eg væntaði nú, hon fór at siga, hvussu nógv, hon átti, men tað gjørdi hon ikki. Og eg legði ikki í at spyrja.
Og so var tað klassikarin, heimsins vánaligasta umbering, vit hava ikki ráð. Strika orðið prioritering og raðfesting í orðabókunum.
Soleiðis segði hon har uppi millum skýggini, 825 km/t.
Fært tú selt handan boðskapin í Føroyum, vildi eg vita.
Ja, sum einki, svaraði hon.
Fyri nógvar pengar, segði eg. Eg líði onga neyð, segði hon.
Og vit fóru at tosa um alt annað, okkurt meira hugaligt og ikki so kyniskt.
Eg segði henni frá einum av mínum yndisstøðum í Keypmannahavn, sum selur smurt breyð, øl og brennivín og nógvan hugfarsligan hugna sum fyrr í tíðini.
Breyð við snerktum, royktum álli og steikifeitti í staðin fyri smør. Og eina flís afturat við gomlum røstum osti við rommi. Snaps í fornuftigari stødd. Ein vanligur snapsur er fýra sentilitrar, ein fornuftigur snapsur, sum fryntligi tænarin kallar hann, er seks sentilitrar, sjálvandi. Og myrkt øl. Og hugni sum sagt og eingin skundur. Síðani upp aftur í býin í góðum lagi, hóast eisini tað, at vera væl hýrdur, er forboðið, tí tað er heilsuskaðiligt.
Alt, sum var etið og drukkið har niðri, er eisini heilsuskaðiligt.
Sama ger. Vit fáa at síggja, hvat telur við og hvat ikki á dómadegi.
Man tað eisini vera ein stór synd at spilla seg sjálvan við eftirlæti?
Vit komu til Kastrup í øllum góðum. Og eg veit framvegis ikki, um hon skemtaði ella tosaði í fullum álvara.
Og minnist til, nú sólin er her, at eisini hon er skaðilig.
Havi ikki hoyrt ella lisið enn, at mánin er skaðiligur. Men uttan iva er hann tað.
Vit kunnu til dømis siga, at tey, sum síggja mánan, sova helst ov lítið. Og tað er ringt fyri heilsuna. Ja, tað ber til at doyggja av svøvnloysi.
Las beint nú, at meistarin Haneke fekk gull í Cannes fyri filmin Amour. Havi ikki sæð filmin. Men eg veit, at gullið er uppiborið. Eg veit, at Amour er ein góður filmur. Tí Haneke ger ikki vánaligar filmar.
Hesin nýggi filmurin brúkar tesuna hjá týskaranum Ernst Bloch, sum segði, at deyðin er ein gøla, hann er ein háðan móti teimum livandi.










