Tað varð Loftbrúgvin, listarliga stuðulssamstarvið millum Atlantic Airways, Mentamálaráðið, Norðurlandahúsið og Tórshavnar kommunu, sum í gjárkvøldið vann virðislønina Ársins átak á FMA.
Loftbrúgvin hevur til endamáls at geva føroyskum listafólkum møguleika at breiða út føroyska mentan og list úti í heimi, og til endamálið hevur stuðulsskipanin ein árligan fíggjarkarm upp á eina millión krónur at býta út sum ferðaseðlar við Atlantsflogi.
Í fyrradagin avgjørdu partarnir í samstarvinum at leingja um verkætlanina við trimum árum aftaná, at hon hevur verið royndarkoyrd farna árið.
Ársins átak í 2015 var Reinsaríið, meðan Hoyma vann í 2014.