Loftbrúgv til tónleikarar nærkast í stórum

Mállið er, at ein flogferðaseðil skal kosta áleið ein 1000 krónuseðil.

Í fleiri umførum hevur verið frammi um ætlanir um eina sonevnda loftbrúgv til útheimin fyri føroyskar tónleikarar. Men hetta er hvørjaferð dottið niðurfyri aftur. Talan er um eina skipan, so tað gerst bíligari hjá føroyskum tónleikarum, tá teir skulu út í heim at umboða føroyskan tónleik og føroyska mentan.

 

- Tað er rætt, at vit hava gjørt eina roynd at fáa hetta í lag. Men støðgur kom í í vár, men vit taka hetta uppaftur nú, sigur Jón Tyril, ið er ein teirra, ið arbeiðir við at fáa hetta í lag.

 

- Vit hava hugt eftir Íslandi, har tey hava eina sonevnda Reykjavíkar Loftbrúgv. Og rætt er, at Eystur Kommuna, Tórhavnar Kommuna og Atlantsflog hava verið jalig, men tað kom tó ikki á mál allastaðni, m.a . ikki hjá Tórshavnar Kommunu, sigur Jón Tyril, ið fegnast um, at eisini Norðurlandahúsið er komið við i ætlanirnar og hevur sagt seg viljað vera við.

 

 

Góð argument

 

- Trupulleikin er, at tað er alt ov dýrt hjá føroyskum tónleikarum, um teir skulu av landinum at spæla tónleik. Hetta er ein forðing og teir eru ikki kappingarførir við tónleikarar á meginlandinum Skal ein bólkur av landinum, so er tað ov kostnaðarmikið, og at leggja út úr egnum lumma  fyri at fáa tað at hanga saman, ber ikki til í longdini, sigur Jón Tyril.

 

- Føroyskir tónleikarar mugu siga nei, tá ymiskt stingur seg upp, t.d. onkur showcace festivalur, sigur Jón Tyril.

 

- Hetta hevur við sær, at tónleikarar flyta av landinum, sigur Jón Tyril.

 

- Eitt annað er, at kommunur og fyritøkur fáa eina rúgvu av fyrispurningum um stuðul. Tá er munandi lættari við eini skipan, sigur Jón Tyril.

 

Hann sigur, at hugt hevur verið eftir íslendsku skipanini.

 

 

- Leysliga orðað, so snýr tað seg um, at ein kemur undir skipanina, tá ein úti í heimi lýsir Føroyar sum eitt tónleikaliga framkomið land. Ein skal eisini dokumentera, at ein hevur útgivið verk, og at ein hevur eina verkætlan uttanlands, men frávik kunnu tó gerast, sigur Jón Tyril skipanina.

 

- Í Íslandi hava tey Reykjavíkar Loftbrúnna. Loftbrúgvin hevur til endamáls, at tónleikarar skulu sleppa lættari av landinum at spæla. Tað er Iceland Air og Reykjavíkar býur, sum í felag fíggja íslendsku loftbrúnna. Bólkar kunnu fara konsertferðir uttanlands og sleppa við at rinda avgjöldini. Úrslitini eru m.a. at Ísland er vorðið kent sum stórframleiðari av tónlistarligum talentum, ið ferðast og hoyrast um allan heim. Ísland er vorðið kent sum eitt stað við stórari listarligari og mentanarligari menning. Ísland og Reykjavík gerast soleiðis meira lokkandi fyri t.d. ferðafólk, lesandi og íleggjarar. Ein góð ringrás, sigur Jón Tyril.

 

Jón Tyril sigur, at arbeitt verður eisini við at fáa fleiri kommunur við, so at henda skipanin verður galdandi fyri allar Føroyar.

 

- Málið er, at ein flogferðaseðil skal koma niður á ein 1000 krónuseðil, ella har á leið, sigur Jón Tyril.

 

 

Uppskot/upplegg um föroyska loftbrúgv byggir á Reykjavíkar Loftbrúnna. Les meira um hana her: 
http://www.reykjavik.is/desktopdefault.aspx/tabid-3854/6427_read-17540/6139_view-2413