Loftbrúgv til Skotlands

Mongu skotsku ferðafólkini seta eisini síni krøv til loftvegis flutningin. Magni Arge, stjóri á Atlantic Airways er eisini skjótur av viðganga, at tey hava havt úr at gera hesa vikuna. Mánadagin komu trý flogfør úr Skotlandi. Í dag eru tey tvey í tali og í morgin koma aftur trý flogfør við ferðafólkum. Mikukvøldið er fyrsta fráferðin aftur til Skotlands, og síðani verður luftbrúgvin hildin við líka, til seinastu ferðafólkini eru flogin heim fríggjadagin.