Lofta næmingum við trupulleikum

Tiltøk eru sett í verk fyri at hjálpa teimum nógvu skúlanæmingunum, sum hava trupulleikar at dragast við

Vit hava sett tiløk í verk fyri at hjálpa næmingum, sum hava ymsar trupulleikar at dragast við og fleiri tiltøk verða sett í verk, sum frálíður.

Tað boðaðu tey bæði landsstýrisfólkini, Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, og Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, á kjakfundi hjá Meginfelagi teirra brekaðu um útbúgvingarmøguleikarnar hjá teimum, sum ber brek.

 

Les eisini: Stórur bati hjá ungum við menningartarni

 

Á fundinum vísti Herleif Hammer, stjóri á studentaskúlin í Hoydølum, á hvussu nógvar næmingar tey hava í Hoydølum, sum eru orðblindir á ymsum stigum. Tey hava eisini nógvar næmingar, sum hava sálarligar trupulleikar av ymsum slagi.

Alt frá strongd til tunglyndi og annað og tað má skúlin hava í huganum.

Hann sigur, at hetta eru næmingar, sum ikki røkkast við einum kravi um, at nú  mugu tey taka seg saman.

- Vilja vit hava tey ígjøgnum skúlagongdina, mugu vit lofta teimum, har tey eru staðfesti hann.

 

Les eisini: Glottar eru at hóma

 

Hann segði, at tað eru so nógvir næmingar á skúlanum í Hoydølum, sum hava tørv á sálarfrøðligar hjálp í størri og minni um og sum eru orðblindir og lesiveikir, at tey kundu saktans havt serkøn á økinum í føstum starvi.

 

Men tað var samstundis ført fram á fundinum, at tað er dekan og seint at varnast og handfara slíkar trupulleikar, tá ið næmingarnir eru blivnir vaksir.

Og tað vóru nógv sum hildu, at tað er neyðugt at styrkja møguleikarnar hjá fólkaskúlanum at varnast og handfara slíkar trupulleikar, so at børnini fáa hjálp sum skjótast og ikki skulu bíða til tey eru vaksin.

Í hesum sambandi varð ført fram, at bíðitíðin til at koma til sálarfrøðing er ov drúgv.

Sum støðan er nú, kann bíðitíðin vera upp í eitt ár.

Men Bjørn Kalsø vísti á, at á fíggjarlógini fyri næsta ár, er ætlanin at hækka játtanina, so at bíðitíðin kann lækkast niður í tríggjar mánaðir.

Hann sigur, at tað er gjørt í samráð við Sernám og tey halda, at ein bíðitíð upp á tríggjar mánaðir er rímilig.

 

Les eisini: Støðan er skelkandi

 

Bjørn Kalsø sigur annars, at í heyst er farið undir eina útbúgving fyri lærarar í orðblindi og har ganga 35-40 lærarar, so batar eru á veg.

Men hann nevnir annar, at fólkaskúlin hevur serlærarar og lesivegleiðarar og tað eigur eisini at fara at síggjast aftur.

 

Landsstýrismaðurin heldur, at tað er eisini neyðugt at seta sálarfrøðingar í starv, sum hava beinleiðis tilknýti til skúlarnar, bæði miðnámsskúlar og aðrar skúlar.

Hann vísir á, at í 2016 verður skúladepilin í Marknagili liðugur og í seinasta lagi tá eiga vit at vera komin so langt, at ein sálarfrøðingur verður knýttur at tí skúlanum, sigur Bjørn Kalsø. 

 

Annika Olsen vísir á, at tað eru ikki øll sum duga teknmál og tískil er eisini brúk fyri einum skrivitulki.

Hon sigur, at peningur er eisini settur á á fíggjarlógini næsta ár til ein skrivitulk.