Í januar mánað í ár vóru lønargjaldingarnar í Føroyum 592 milliónir krónur og tað eru 15 milliónir minni enn í desember.
Talan er um eina afturgongdin 2,5 prosent, vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni
Hagstovan sigur, at tølini eru árstíðarjavnað. Tað merkir, at lagt er upp fyri, at lønarútgjaldingarnar vanliga eru størri í desember enn í januar.
Seinna hálvár í fjør vóru lønirnar omanfyri 600 milliónir hvønn mánað, og í september vóru tær hægstar, tá tær táttaðu í 630 millinónir.
- Síðan tá eru tær dragnaðar, og í januar vóru tær komnar niður á 592 milliónir.
Langtíðargongdin, vísir, at lønargjaldingarnar vuksu frá mars til oktober, men nú er stígur komin í, sigur Hagstovan.
|










