Lønirnar í byggivinnuni økjast

Samanlagt er talan um støðuga framgongd í lønarútgjaldingum í ár. Tað er tó serliga innan byggivinnuna, at vøksturin er

Triðja ársfjórðing vóru árstíðarjavnaðu lønirnar 1,9 milliard kr. Tað eru 25 milliónir meira enn í øðrum ársfjórðingi. Framgongdin er 1,3%. Tað hevur verið framgongd í øllum ársfjórðingum í ár. Í fyrsta ársfjórðini var framgongdin lítil, bert 0,2%, men bæði øðrum og triðja ársfjórðingi hevur framgongdin verði trivalig, ávíkavist 2,4 og 1,3%. Tað skrivar Hagstovan á heimasíðu sínari.

 

Fyrstu tríggjar ársfjórðingar í 2014 vóru útgoldnar 5.543 milliónir í lønum, tað eru 244 milliónir fleiri enn sama tíðarskeið í 2013. Framgongdin er 4,6%.


Í byggivinnuni eru higartil í ár útgoldnar 684 milliónir, tað er 72 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, framgongdin er 11,8%.

Í fiski- og alivinnuni og í privatu tænastuvinnunum er framgongdin um 5%, meðan tað innan almennar tænastur er eini framgongd upp á 2%