- Skal lønin hjá almennum stjórum hækkast, ella skal lønin hjá stjórum í almennum partafeløgum, lækkast. Tað vildi Kári P. Højgaard, tingmaður hava at vita frá løgmanni.
Í løgtinginum í morgun, svaraði løgmaður ikki beinleiðis Men hann staðfesti, at tað almenna er í kapping við tað privata um tey bestu starvsfólkini.
- Tað hevur ein ávísan týdning, at hava kappingarførar stjórar, og har er lønin ein partur av tí at fáa ordiligar leiðarar sigur løgmaður.
Í løgtinginum varð lønin hjá Posta fleiri ferðir drigin fram, sum dømi um ein stjóra í eini almennum partafelagi, sum fekk eina løn, sum mong halda er heilt órímilig.
Í hesum sambani vísti in.fo á herfyri, at stjórin í Posta fær 112.000 krónur í løn um mánaðin og tað er næstan tvær ferðir so nógv sum løgmaður.
LEs eisini: Joel fær 112.000 krónur um mánaðin
Løgmaður vil ikki gera seg klókan uppá um tað er rímiligt, at stjórin á Posta skal hava tvær ferðir so høga løn sum løgmaður
Men hann heldur kortini, at tað munur á at hava ábyrgd av postpakkum og brøvum, og at standa á odda fyri einum landi.
- Men vit skulu hava ordiligar lønir. Hvat tað er, veldst um ábyrgdina, men kappingarfør mugu vit vera.
Løgmaður sigur, at hann hevur fingið eitt yvirlit yvir allar almennar nevndir og øll almenn ráð.
Tað almenna rindar 12 - 14 milliónir um árið í nevndarsamsýningum og endamálið við tí er at lúka og spara, sigur hann.
Hann heldur, at tað er órímiligt, at tað almenna skal rinda so stórar nevndarsamsýningar til nevndir og ráð, sum mangan liva sítt egna lív.
Eisini Hendrik Old vildi hava at vita, hví stjórin á Posta skal hava so góða løn. - Er stjórin í Posta í lívsvanda hvønn dag, ella er hann í vanda fyri at verða burturfluttur, síðani hann skal hava so góða løn, spyr Hendrik Old.
Hinvegin heldur Brandur Sandoy, at bestu og dugnaligastu stjórarnir skulu vera í privatu vinnuni, tað er har, teir hoyra heima og tað er har, teir eru best egnaðir. Tí heldur hann ikki, at tað almenna skal kappast við tað privata um teir bestu stjórarnar.
- Lønin hjá almennum stjórum skal vera rímilig, men spurningurin er um vit ikki eru farin eitt lítið sindur út um eitt rímiligt mark, heldur hann.
Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi heldur, at tað hoyrir avgjørt til undantakið, at stjórar í privata vinnulívinum fáa yvir 100.000 krónur í løn um mánaðin og tað heldur hon er ófrættakent og eigur at fáa klokkurnar at ringja
Og Gerhard Lognberg úr Sambandsflokkinum, heldur, at hetta er ein ójavni, sum má rættast. |