Fótbóltssambandið hevur í dag langt sáttmálan við Lars Olsen, landsliðsvenjara. Nýggi sáttmálin gongur fram til 2020.
Hoyr samrøðuna við Christian F. Andreasen við at trýsta á pílin undir myndini
- Vit eru nøgdir við tað arbeiði, sum Lars Olsen hevur gjørt. Tú sær framgongd í spælinum og úrslitunum. Tí hava vit heldur ikki verið í samráðingum við nakran annan, sigur Christian Andreasen og leggur afturat, at løn er áleið tann sama sum hon var, tá Lars bleiv settur.
Les eisini: Fýra ár til Lars Olsen
- Landsliðsvenjaralønin fór eitt hakk upp, tá vit settu Brian Kerr á sinni. Hon er áleið tann sama í dag, sigur FSF forsetin.
Christian Andreasen heldur, at framgongdin í spælinum og úrslitunum er til at fáa eyga á. Hann metir, at føroyska landsliðið hevur flutt seg rættan veg. Somuleiðis letur hann væl at samstarvinum millum Lars Olsen og FSF.