Tað var Súsanna Bertholdsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, sum setti Ruth Vang, langsstýriskvinnu í fíggjarmálum, grein 52a fyrispurning um lønarlyftið, sum ávísir starvsbólkar hava fingið.
Hon spurdi soleiðis:
1. Hvørji atlit eru tikin, tá avgerð varð tikin um, hvørjir starvsbólkar skuldu fáa lønarlyft?
2. Hvussu nógvar krónur meira um mánaðin fáa útvaldu starvsbólkarnir?
3. Hvussu hevur Fíggjarmálaráðið roknað seg fram til júst hesar upphæddirnar?
Ruth Vang svarar, at í samgonguskjalinum varð avtalað, at samgongan vil geva lægst løntu bólkunum á umsorganarøkinum eitt lønarlyft.
– Landsstýrið hevur avgjørt, at námsfrøðingar, námsfrøðihjálparar, hjálparfólk, heilsurøktarar og heilsuhjálparar verða umfataðir av lønarlyftinum. Talan er um bólkar, sum starvast innan eldra-, dagstovna- og almannaøkið, har trupult er at nøkta starvsfólkatørvin. Sostatt er talan um eina politiska raðfesting, sum landsstýrið metir er fíggjarliga burðardygg, samstundis sum hon røkkur málinum um at geva hesum útvaldu bólkum eitt tiltrongt lønarlyft, sigur landsstýriskvinnan.
Víðari sigur landsstýriskvinnan, at mánaðarlønin hjá starvsbólkunum, sum eru fevndir av lønarlyftinum, hækkar við hesi upphædd:
Heilsurøktarar: 1.390 krónur
Heilsuhjálparar: 1.448 krónur
Heimahjálparar: 1.096 krónur
Námsfrøðingar: 1.039 krónur
Hjálparfólk við útbúgving: 2.896 krónur
Hjálparfólk uttan útbúgving hjá landinum: 1.026 krónur
Hjálparfólk uttan útbúgving hjá kommununum: 1.066 krónur
Upp á spurning 3 svarar landsstýriskvinna, at landsstýrið hevur sett sær fyri, at lønarlyftið skuldi bøta um lægstu lønirnar á umsorganarøkinum, og tí varð avgjørt, at mánaðarlønirnar skuldu hækka millum 1.000 - 1.500 krónur.
– Námsfrøðihjálparar við útbúgving hava fingið nakað meira, tí henda lønin var mett ov lág í mun til longdina av útbúgvingini. Umframt at lønarlyftið skuldi hava ein ávísa stødd fyri at gera mun og røkka endamálinum, hevur landsstýrið eisini tikið hædd fyri lønarlagnum millum starvsbólkarnar og longdini á ymisku útbúgvingunum, tá ið lønarlyftið varð ásett, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna, í svarinum til Súsonnu Bertholdsenn, løgtingskvinnu.











