Lønarhækking til Posta og Føroya Tele

Starvsmannafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag hava skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála fyri Føroya Tele og Posta.

Starvsmannafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag hava í dag skrivað undir nýggjan sáttmálar fyri Posta og Føroya Tele. Sáttmálarnir eru galdandi fyri tíðarskeiðið 1. januar 2015 til 1. januar 2017.

 

- Hesum kunnu vit liva við. Báðir partar hava fingið nakað og givið nakað, og vit meta okkum kunna vera hampuliga nøgdan við úrslitið, sigur Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvssmannafelagnum, eftir at partarnir høvdu skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála í gjár.

 

Lønin hækkar 1. Januar 2015 1,98 % og 1.januar 2016 hækkar hon 2,25 %. Hendan hækking er á sama stigi, sum onnur feløg hava fingið.

 

- Eins og onnur feløg hevur Starvsmannafelagið gjørt avtalu við Føroya Arbeiðsgevarafelag um at arbeiðssteðgur skal fráboðast við 48 tíma freist. Afturfyri hevur felagið fingið ynski eftirlýkað, sum eftir okkara tykki viga væl upp ímóti, sigur Selma Ellingsgaard.