Lønargjaldingarnar vaksa aftur

Fyrra hálvár vórðu 5,2 milliardir krónur goldnar í lønum

(Modellmynd)

Fyrra hálvár í ár vóru knappar 5,2 milliardir krónur útgoldnar í lønum. Tað eru góðar 140 milliónir ella 2,8% meira enn fyrra hálvár í fjør. Samanborið við fyrra hálvár fyri tveimum árum síðani er vøksturin 5,4%.

 

Tað vísir uppgerð hjá Hagstovu Føroya.

 

– Eftir eitt lítið ár við lítlum og ongum vøkstri, eru samlaðu lønargjaldingarnar aftur farnar at vaksa, skrivar Hagstovan og sigur, at tað sæst á trendinum, sum reinsar lønargjaldingarnar fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar. 

 

Av lønargjaldingunum áttu menninir knappar 3,2 milliardir krónur og kvinnurnar 2 milliardir krónur fyrra hálvár í ár. Tað er ein vøkstur uppá 9,3% hjá kvinnum og ein minking uppá 0,9% hjá monnunum samanborið við fyrra hálvár í fjør.

 

(Modellmynd)