Fyrsta ársfjórðing í ár vóru árstíðarjavnaðu lønargjaldingar 1.824 milliónir krónur, og tað er tað sama sum undanfarnu tveir ársfjórðingar. Tað vísir ein nýggju uppgerð hjá Hagstovuni
Lønargjaldingarnar gjørdu eitt lop í triðja ársfjórðingi í fjør, tá ið tær fóru upp um 1,8 milliard, men síðan hava tær verið á sama stigi.
Lønirnar eftir vinnugrein eru ikki árstíðarjavnaðar, so her verður árið higartil í ár samanborið við sama tíðarskeið árini frammanundan.
Fyrsta ársfjórðing í ár vórðu útgoldnar 1.739 milliónir í lønum, tað eru 63 milliónir fleiri enn fyrsta ársfjórðing 2013. Framgongdin er 3,7% sum er tann størsta síðan 2007.
Hagstovan sigur, at tað er framgongd í øllum høvuðsvinnugreinum, men størsta framgongdin er í byggivinnuni. Byggivinnan rindaði 219 milliónir í lønum fyrsta ársfjórðing í ár, og tað er 19 milliónir, ella næstam 10 prosent meira enn í 2013. Í hinum høvuðsvinnugreinunum var framgongdin ímillum 1,3 prosent og 4,4 prosent.
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri frávik eftir árstíðunum, eitt nú afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur.
Sostatt ber at samanbera gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum ímillum árstíðirnar. Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum.
|









