Løkke vil hava sambandsumboð á Fólkating

Tað sigur Bárður Nielsen, formaður Sambandsfloksins, sum í gjár var á gátt hjá forsætismálaráðharranum

Tað sigur Bárður Nielsen, formaður Sambandsfloksins, sum í gjár var á gátt hjá forsætismálaráðharranum

 

Formaður Sambandsfloksins, Bárður S. Nielsen, hitti í gjár forsætisráðharran, Lars Løkke Rasmussen. Teir høvdu fund í Forsætismálaráðnum. Tað skrivar Sambandsflokkurin í tíðindaskrivi í morgun.

  

Flokkurin skrivar, at floksformenninir skiftu orð um fleiri evni, ið hava stóran týdning og felags áhuga millum Sambandsflokkin og Vinstra, og sum eisini kann styrkja samstarvið millum Føroyar og Danmark.

 

– Eitt av ynskjunum hjá sambandsfólki og flokki okkara, er at vinna eitt sambandsumboð á Fólkating, tá ið fólkatingsval verður aftur. Hetta er eisini eitt av ynskjunum hjá Vinstra, tí samstarvið okkara millum er sera gott. 

 

– Tað avgerandi, tá ið eitt sambandsumboð kemur á Fólkating, er, at vit arbeiða fyri nýggjum innihaldi í Ríkisfelagsskapinum. Ríkisfelagsskapurin skal altíð flyta seg við tíðini, og um avbjóðingar eru landanna millum verða tær avgreiddar væl og pragmatiskt, sigur Bárður Nielsen í tíðindaskrivinum frá Sambandsflokkinum.

 

– Heldur enn at skapa konfrontatiónir á Fólkatingi, onki fáa burturúr, umframt onga ávirkan at hava á politikkin, hevði verið gott at fingið eitt sambandsumboð á Fólkating. Flokkurin hevur prógvað, at nógv ítøkilig úrslit spyrjast burturúr, tá Sambandsflokkurin er á Christiansborg, sigur Bárður Nielsen í tíðindaskrivinum, tó uttan at nevna ítøkilig dømi.