Ukraina verður limur í ES. Tað er bara ein spurningurin um nær.
Soleiðis sigur danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, sum í dag er í Ukraina á fundi við allar hinar uttanríkisráðharrarnar í ES og ukrainska uttanríkisráðharranum.
– Vit eru als ikki í iva um, at Ukraina verður limur í Evropiska Samveldinum. Tað er bara ov tíðliga at siga júst nær, sigur hann.
Lars Løkke Rasmussen leggur dent á, at tað fyrsta stigið longu varð tikið, tá Ukraina í juli í 2022 alment gjørdist valevni til ES limaskap.
Tað er avgjørt, at ES nevndin seinni í heyst skal gera eina meting. Ikki bara fyri Ukraina, men eisini fyri onnur lond, sum standa í k til ES limaskap – ein slag av framstigsfrágreiðing, sigur Lars Løkke Rasmussen.
– Við støði í frágreiðingini skal Evropiska Ráðið fyri jól taka støðu til, um farið skal verða víðari til næsta stig. Men tað er jú ikki ein spurningur, um tað skal takast. Tað er ikki ein spurningurin, um tað skal takast. Tað er ein spurningur um, nær tað skal takast, sigur hann.
/ritzau/
##med2##
##med3##













