- Floksleiðararnir báðir spæla eitt sonevnt chicken-spæl. Teir eru á samanstoytskós, men annar má víkja av leið, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, og vísir á, at hvørgin teirra hevur ráð at tapa.
Bæði Vinstra og Konservativu standa seg illa í veljarakanningum, og tí kemur hendan stjórnarkreppan heldur illa við fyri báðar partar, heldur hann.
Sjúrður Skaale heldur tó, at Lars Løkke Rasmussen hevur sær sjálvum at takka fyri, at tað er vorðin so galið sum tað er, og sigur, at hetta málið vísir, hvussu týdningarmikið tað er, at handfara sosialu miðlarnar rætt.
- Tað var ein feilur at skriva eitt tweet í gjárkvøldið, har hann segði, at nú skuldi hann finna út av, hvør stuðulin hjá stjórnuni veruliga var. Tað var býtt av honum at lata tað koma til skarpskeringar á hendan hátt, áðrenn hann hevði havt fund við partarnar. Lars Løkka Rasmussen er ein dugnaligur politikkari, men júst hetta haldi eg er illa handfarið, sigur hann, og heldur, at forsætisráðharrin burdi havt givið Konservativu ein møguleika at koma út úr hesum sum sigursharri.
- Nú er hetta sett upp sum eitt null-sum spæl, har annar má vinna og hin tapa, og tað er óheppið fyri báðar partar, heldur hann.
Sjúrður Skaale hevur ein illgruna um, at Lars Løkke Rasmussen nýtir hetta høvi at smekka nevan í borðið og seta eitt fordømi fyri borgarliga samstarvið.
- Vit hava havt fleiri dømi um, at stuðulsflokkarnir hava hótt við einum og øðrum. Vandin hjá Lars Løkke Rasmussen er, at um hann gevir eftir ov ofta, verður valdið flutt út um stjórnina sjálva. Tað kann vera, at hann nú hevur fingið nokk, og sendir eini boð til allar flokkarnar at antin eru tit við ella ikki. Hann ætlar sær ikki at vera ein pyntidukka hjá hinum flokkunum, sigur Sjúrður Skaale.
Sjúrður Skaale væntar tó, at stjórnarflokkarnir finna eina loysn.
- Tað mugu teir, teir hava ikki ráð til annað. Teir standa til at tapa, um val verður útskrivað. Stórar avbjóðingar eru fyri framman, millum annað á flóttafólkaøkinum, og tað hevði verið ov býtt, um stjórnarsamstarvið skal stranda orsaka av einum stríðið um persónar og ráðharrastarv, heldur enn um politikk, sigur Sjúrður Skaale at enda.