Løgtingsstjórin farin frá

Í gjár var móttøka fyri Súsonnu Danielsen, ið hevði seinasta starvsdag sum løgtingsstjóri.

Súsanna Danielsen hevði í gjár seinasta starvsdag sum løgtingsstjóri. Hon hevur verið í starvinum í 18 ár. Hon er 62 ára gomul og løgfrøðingur frá Københavns Universitet, har hon tók prógv í 1980.

Áðrenn Súsanna Danielsen kom í Løgtingið at arbeiða, var hon deildarstjóri á lønardeildini hjá landsstýrinum frá 1987 til 1996.


– Hetta er ikki nøkur avgerð, sum eg havi tikið her og nú. Eg havi hugsað um hetta leingi, og nú havi eg so sagt upp, seði Súsanna Danielsen við ting.fo, tá tíðindini bórust um, at hon hevði sagt upp.


– Eg havi arbeitt leingi í Løgtinginum, so nú helt eg, at tíðin er komin at royna okkurt annað, segði Súsanna Danielsen.

 

Myndamaður okkara, Álvur Haraldsen, tók nakrar myndir undir móttøkuni.