Løgtingssessir kunnu ikki keypast

Teitur Vágadal vildi ikki brúka pengar, Hanus Samró hevur brúkt nógv. Felags er, at hvørgin er valdur inn á ting.

Í seinastuni hevur verið sagt, at pengar spæla ein alsamt størri leiklut í valstríðnum, serliga eftir, at Føroyar gjørdust eitt valdømi. Valevni mugu bera seg fram um alt landið, og tað kann kosta heilt fitt, at hava lýsingar og gera plakatir. Harumframt eru fleiri miðlar farnir at taka eitt gjald fyri valgreinar.

 

Teitur Vágadal, sum hesaferð stillaðu upp fyri Javnaðarflokkin, boðaði tíðliga í valstríðnum frá, at hann ikki fór at nýta pening hetta valstríðið. Hann hevur ongar valgreinar havt á miðlum, ið krevja gjald og einans ein valplakat hevur hingið uppi. Teitur Vágadal fekk 12 atkvøður í ár, meðan hann fekk 11 atkvøður, tá hann stillaði upp fyri Sjálvstýrisflokkin í 2011.

 

Í hinum endanum hava vit Hanus Samró og Janus Rein. Tað er væl møguligt, at Fólkaflokkurin hevur goldið valstríðið fyri teir báðar, men eingin ivi er um, at teirra valstríð man vera millum tey dýrastu, um ikki tey dýrastu. Men hvat, hvørgin teirra vann sær sess í nýggja løgtinginum.

 

Eingin ivi er um, at neyðugt er at nýta pening, fyri at gerast eyðsýndur í stríðnum og vinna sær løgtingssess, men hinvegin, ein løgtingssessur kann ikki keypast.