Løgtingsmaður: Vit skulu hava vakmyndatól nú

– Vit hava givið loyvi til vakmyndatól, um onkur hevur gloymt at gjalda fyri brennievni, men um eg verið sorlaður sundur í býnum, so hevur tað minni týdning, at vit prógvað tað.

 

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður og fyrrverandi landsstýrismaður og løgmaður.

Hann vísir á, at heilsuverkið hevur ábyrgdina av at royna at lappa púra ósekan ungdóm saman aftur, men fleiri eru oyðiløgd fyri lívið, bæði sálarliga og kropsliga.

– Men tað er eingin ætlan hjá samgonguni at geva Tórshavnar kommunu heimild at seta vakmyndatól upp í høvuðsstaðnum.

– Hettar skilji eg ikki, hvat bilar tað, um kommunan fær hettar loyvi, hvat er tað fyri frælsi, sum eg missi? spyr Kaj Leo Holm Johannesen, sum heldur, at fyribyrging er eisini sera gott.

 

##med2##