Tað sigur Bill Justinussen, løgtingsmaður Miðfloksins, sum viðmerking til grein og ljóðbrot við Fríðtór Debes, sum í samrøðu í gjár talaði í tugnum.
TRÝST HER fyri at kesa um hoyra Fríðtór Debes tala í tungum.
Bill Justinussen skrivar soleiðis á Facebook:
– Eg varð doyptur í andanum og talaði í tungum sum 16 ára gamal. Tað hevur síðani verið ein undurfull gáva í mínum bønarlívi og havi eg hvønn dag í 34 ár biðið í tungum sum ein náttúrligur og ómissandi partur av andadrátti hins trúgvandi, bønini.
– Í 2005 var eg saman við trivnaðarnevnd løgtingsins í Washington. Tá vitjaði eg saman við einum íra, sum er bilførari fyri donsku sendistovuna, eina lítla pinsasamkomu. Ein polskur jødi var pastor. Hann talaði í tungum á møtinum. Tað fantastiska var, at hansara tungutala og mín eru meinlíkar. Orð og úttala fullkomiliga eins. Eg kendi hann ikki, havi ongantíð møtt honum áðrenn og ei heldur síðani. Men at ein persónur á einum heilt øðrum staði talar sama mál sum eg í tungum var fyri meg stórt at uppliva. Tá hugsað verður um, hvussu ymiskar tungutalur eru frá persóni til annan, má eg bara takka Guði fyri hesa persónligu staðfesting av Hansara undurfulla almátti, sigur Bill Justinussen.