Í næstum letur nýtt pitsastað upp í Marknagili í Havn. Talan er um Farhat'sa Pizza, sum skal halda til í lonini hjá íbúðarkompleksinum MARK.
Løgtingsmaðurin úr Miðflokkinum, Bill Justinussen, er millum teir tríggjar eigararnar - hinir eru Fahrat og Jóan Petur í Stongunum.
Bill Justinussen hevur havt roknskapin hjá Farhat'sa Pizza í Saltangará í eini 12 ár, og nú hevur hann saman við hinum báðum pørtunum avgjørt at royna konseptið í høvuðsstaðnum.
– Vit halda, tað er ein møguleiki at selja nakrar pitsur har. Vónandi fer tað at ganga væl, sigur Bill Justinussen, sum umframt at eiga ein triðing av fyritøkuni verður bókhaldari.
Hetta verður sostatt fyrsta pistastaðið í vesturbýnum, og tað er næstan klárt at lata upp.
– Eg hopi, tað letur upp um einar 14 dagar. Tað er eitt sindur trupult at fáa arbeiðsfólk. Tað er hopileyst at fáa føroyingar at arbeiða sovorðni støð, allarhelst tí at tað ikki passar til føroysku dagrútmuna.
At hava pitsavirksemi er nakað øðrvísi enn tað, sum Bill Justinussen plagar at fáast við í sínum politiska arbeiði í tinginum. Men hann hevur hóast alt roynt seg í vinnulívinum og sum íverkseti fyrr.
– Man er farin á heysin nakrar ferðir. Tá eg var heilt ungur, hevði eg eina heilsølu, og so var eg einaferð í einum virki, sum æt 1-2-3.fo. Eg havi eisini verið uppi í aling. Vónandi fer tað ikki at ganga líka illa hesa ferð, sigur hann flennandi.
##med2##