Løgtingsmaður: Avlýsið vitjanina hjá drotningini

Vandi er fyri øktari smittuspjaðing tvørtur um alt landið, heldur løgtingsmaður

Løgtingsmaðurin Bjarni Kárason Petersen mælir landsstýrinum til at avlýsa ætlaðu drotningarvitjanina í næstu viku.

 

Margretha drotning skal eftir ætlan koma til Føroya á almenna vitjan dagarnar frá 14. til 19. juli.

 

– Havandi í huga ta smittustøðu, sum føroyska samfelagið er í, verður heitt á landsstýrið um at avlýsa ætlaðu drotningarvitjanina, sigur Bjarni Kárason Petersen.

 

– Ferðaliðið hjá drotningini fer eftir ætlan at vitja í Tórshavn, Klaksvík, Svínoy, Fuglafirði, Vestmanna, Kvívík, Vatnsoyrum, Miðvági, Toftum og á Strondum. Líkt er til, at stórar fólkamongdir fara at standast av hesum, og er tískil øktur vandi fyri smittuspjaðing tvørtur um alt landið, sigur hann.

 

– Fyriskipararnir av G! festivalinum hava tikið avgerð um at avlýsa festivalin, fyri at fylgja tilmælunum hjá landsstýrinum. Landsstýrið ætlar hetta sama vikuskifti at vera vertir fyri einum ferðaliðið sum skal koma í tætt samband við føroyingar kring alt landið yvir eitt 6-daga tíðarskeið. Hetta hóast smittutølini hava verið ørkymlandi seinastu dagarnar, og at tamarhald ikki er á smittuni. Heilsufakliga er tað tískil ikki forsvarligt at eitt útlendskt ferðalið ferðast tvørtur um alt landið innan so stutta tíð fyri at heilsa uppá mannamúgvu fyri og aðrari eftir, og er tað heldur ikki í tráð við tilmælini hjá landsstýrinum.

 

Bjarni Kárason Petersen vísir á, at um tilmælini hjá landsstýrinum frá 14. mai 2021 um, at bert 500 fólk kunnu savnast í skipaðum bólkum enn eru galdandi, vil hann staðiliga mæla løgmanni til at avlýsa drotningarvitjanina.