Hanus Samró gevur nú enn eina bók út. Hesaferð er tó ikki talan um eina skaldsøgu, men um eina søguliga lýsing av stríðnum um fiskimarkið.
22. apríl 1955 kom lógin um nýggja sjómarkið í gildi, ið flutti fiskimarkið út á tríggjar fjórðingar. Longu í 1958 samtykti løgtingið at flyta fiskimarkið út á 12 fjórðingar, men hetta varð ikki sett í gildi fyrr enn í 1964. Hví so var, er ein av spurningunum, sum Hanus Samró viðgerð í nýggju bók síni.
Í samband við at 60 ár er liðin síðan Føroyar tók støðu til fiskimarkið, gevur Hanus Samró, løgtingsmaður og rithøvundur, út bókina “Stríðið um fiskimarkið,” ið er ein lýsing av fiskimarksspurninginum, ið tók seg upp fyrst í 1950-árunum. “Stríðið um fiskimarkið” er 148 síður og kemur út mikudagin 29. apríl.
Áður hevur Hanus Samró skrivað bøkurnar Tey Bæði, trúfesti og fullkomin friður í 2011, Hans Jensen í 2013 og Ein dagføring í 2014.