Løgtingslimir lurtaðu ikki eftir lokalu stuðlunum

Tríggir løgtingslimir gjørdi beint ímóti áheitanini – og ein var ikki til møttur

Herfyri gjørdu lokalfeløgini hjá Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum, bæði í Vágum, og í Norðoyggjum, umframt Miðflokkurin í Norðoyggjum, rættiliga vart við seg um gjaldið fyri at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin og Vágatunnilin. Tey beinleiðis kravdu av sínum umboðum á Løgtingið, at tey syrgdu fyri, at gjøldini verða avtikin alt fyri eitt. Og samstundis heittu tey á teirra umboð á Løgtingið um at forða fyri, at Fámjinstunnilin og nýggi ringvegurin oman fyri Havnina, verður samtyktur til tunnilsgjøldini eru avtikin.

 

Les meiri um tað her: Hetta er ógvuliga skaðiligt fyri okkum

 

Løgtingslimir, sum umboða hesi feløgini, eru Steffan Klein, tingmaður fyri Miðflokkin, Beinir Johannesen, tingmaður fyri Fólkaflokkin og Frimodt Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin. Hesi trý eru øll úr Norðoyggjum, og úr Vágum eru tey umboðað av Rósu Samuelsen, tingkvinnu fyri Samandsflokkin.

 

Men tá ið uppskotið um Fámjinstunnilin varð til atkvøðugreiðslu í Løgtinginum, varð tað greitt, at tey gjørdu ikki eftir áheitanini frá teimum lokalu stuðlunum, tí tunnilsgjaldið er ikki avtikið, men tey atvøddu øll fyri Fámjinstunlinum – uttan Steffan Klein Poulsen, sum ikki var til staðar í Løgtinginum í morgun.

 

Sostatt er uppskotið um Fámjinstunnilin nú einmælt samtykt í Løgtinginum við tað, at øll 28 tingfólkini, sum vóru til staðar, atkvøddu fyri. Eisini málið um ringvegin oman fyri Havnina varð einmælt.

 

Bæði málini skuliu fyri Løgtingið eina ferð afturat, áðrenn tey eru endaliga samtykt, Tað verður um nakrar dagar, men tað er bara ein avgreiðsluspurningur, tí tað er full semja um at fara undir arbeiðini.